Danskarin Henrik Fisker skuldi sniðgeva nýggjar bilar hjá Tesla, men valdi so at stovna sína egnu elbila fyritøku. Hon er nú farin á heysin aftaná longri tíð við fíggjarligum avbjóðingum.

Nýggi bilurin hjá fyritøkuni Fisker eitur Ocean, og tað er eftir øllum at døma eisini seinasti bilurin hjá teimum. Aftaná longri tíð við stórum avbjóðingum er elbilframleiðarin Fiskar nú farin á heysin.

Tað var longu í 2007, at danskarin Henrik Fisker varð settur hjá Tesla at sniðgeva elbilar, men hann valdi so at siga seg úr starvi og stovna sína egnu fyritøku sum skuldi kappast við Tesla á elbilamarknaðinum. Tað skrivar DR.

Sambært Reuters var ætlanin hjá Fisker at bjargast við eini størri íløgu frá japanska Nissan, men tað gekk fyri. Nú hevur fyritøkan valt at lata seg fara á heysin.

Fyrr í ár segði kendi ummælarin av tøkni Marques Brownlee at Fisker Ocean er tann vánaligasti bilurin hann nakrantíð hevur ummælt. Tú sært ummæli hansara niðanfyri.