Føroyingar keypa nógvar brúktar bilar. Í tiðarskeiðinum januar til og við juli í ár eru skrásett fleiri enn 5.000 eigaraskifti.

Neyva talið er 5.084 eigaraskifti. Hetta er eitt lítið vet meira enn sama tíðarskeið í fjør, har tað vórðu skrásett 5.051 eigaraskifti.

Til samanbering eru sama tíðarskeið í ár skrásett 1.685 akfør. Hetta er færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið tað vórðu skrásett 1.993 nýggj akfør.

Kelda: Akstovan