Við okkara máttmiklu leiting finnur tú perfekta bilin til júst tín.
Á forsíðuni hjá Motor.fo sært tú tær nýggjastu sølulýsingarnar frá bæði bilasølum og privatpersónum. Í staðin fyri at leita og samanbera tvørtur um fleiri heimasíður og Facebook bólkar hevur tú eitt snøgt yvirlit á einum staði.
Ynskir tú tær eitt serligt merki? Frá forsíðuni kanst tú velja at bara síggja bilar av einum ávísum merki, við einum ávísum orkuslagi ella sum er staddur í tínum øki.
Síðani kanst tú eisini filtrera sølulýsingar eftir øðrum fortreytum, eitt nú árgangi og prísuppskoti. Sjálvandi kanst tú sortera allar valdar bilar eftir nær sølulýsingin varð stovnað, prísi á bilinum og hvussu nógvar kilometrar hann hevur koyrt.
Fanst tú rætta bilin til tín? Skriva eini boð til seljaran beinleiðis á heimasíðuni við spurningum ella einum boði. Góða eydnu!