Nissan Leaf 2018
STOVNAÐ: Desember 04, 2022
|
|
| |||||||||
|
|
|
- 360 kamera
- ABS bremsur
- Bakkikamera
- Bakkisensor
- Isofix
- Fartpilot
- Tokuljós
- Klima
- Aircondition
- Hiti í róðri
- Hiti í setrum
- Leðursetur
- Bluetooth
- Apple Carplay
- Automatisk gear
- Automatisk ljós
- Automatisk parkering
- Dekktrýstmári
- Elrútar
- Regnsensor
- Tónaðir rútar
Bilurin er frá nov. 2018, og sýnaður tann 2. des. 2022.
Bilurin hevur framúr góðar koyrieginleikar. Serliga er tað sokallaða e-pedalfunktiónin
sum gera bilin so behagiligan at koyra. Tú brúkar í roynd og veru bert fótin á speedaranum til bæði at geva ferð og til at bremsa við. Tá tú minkar um ferðina við at lætta um trýsti á spedaran. Tá koblar tú líðandi generatorin til. Tað ger at bilurin bremsar meðan battaríið
verður løtt við orkuni frá uppbremsingini, hetta merkir eisini minimalt slit á bæði bremsuklossarnar og -skivur . Góða trekkraftin líka frá byrjan og lága tyngdarpunktið gera at tú
følir teg eitt við asfaltið, og hevur bilurin eisini framúr góðar koyrieginleikar. Upphiting
er við hitapumpu, sum gevur lutfalsliga lítla streymnýtslu til upphitingina.
Trygdin er heilt í topp. LEAF hevur 5 stjørnur í Euro NCAP trygdartestini. M.a. kann nevnast intelligent neyðbremsa, sum tekur hæddfyri bæði gangandi og súkklandi samstundis sum hugt verðir fram til næsta bilin og bilin frammanfyri henda.
Funkan “Intelligent vognbane assistent” kann bæði hjálpa við at halda bilin miðskeiðis á tíni koyribreyt, og ávarða, um tú ert á skeivari kós. Hetta verður gjørt við sjálvvikrandi at rætta uppá róðuri, so tú følir at bilurin er á veg úr koyribreytini. Hetta kann virka sum ein góð ávarðing og hjálp um tú ert við at durva.
Ferðsluskelti fyri hámarksferð kunnu avlesast og mest loyvda ferðin verður síðani leypandi víst á displaynum. Eisini er møguleiki fyri at fáa ávarðing fyri bilar sum eru í blinda vinklinum.
Serliga góða útgerðin, sum lættir um koyringina, er eisini við til at gera koyringna tryggari, tí bilarførarin nýtist ikki at hugsa so nógv annað enn sjálva koyringina. Adaptivi fartpilotuirn ger at bilur sjálvvirkandi fylgir við
ferðsluni upp til hámarksferðina, sum tú hevur valt. Møtir tú bilum í myrki, so blenda langljósini sjálvvirkandi bæði niður og upp. Viskarin kann eisini setast til at koyra sjálvvirkandi í mun til regni.
Kameru, sum eru 360 gradir kring bilin, eru eisini sera hent. Tey geva gott yvirlit, tá tað skal bakkast, eisini til síðurnar, tá bakkað verður út á ein tvørgangandi veg. Sensorar eru bæði framman og aftan, hesir geva akustiska ávarðing, um tú ert við at koma ímóti onkrum. Hetta bæði lættir um, og gevur betri tryggleika móti ákoyring , tá tað skal parkerast. Bilurin hevur eisini møguleika fyri sjálvvikrandi parkering. Carplay appin kann nýtast bæði til navigatión og til undirhald. Bose hátalararnir borga fyri góðari ljóðgóðsku.
Hetta er stutt sagt ein bilur, hvørs koyrieginleikar og góðska eiga at verða upplivað, fyri veruliga at staðfesta hvussu dámligur og tryggur bilurin er at koyra.