Selt
Toyota Prius
2008 STOVNAÐ: Mai 01, 2021 - ABS bremsur
- Isofix
- Fartpilot
- Tokuljós
- Klima
- Aircondition
- Bluetooth
- Aux
- Automatisk gear
- Elrútar
- Touch display
Toyota Prius frá 2008 til sølu.
Bilurin hevur 1.5 bensin motor umframt el motor og gevur hetta 110 hk, hann hevur koyrt 138.000 og koyrur 18-20 km/l í býnum og upp ímóti 25 km/l millum bygdir.
Vegskattur er 3000 árliga og seinna hálvár er longu goldið.
Bilurin er í allarbesta standið og feilar onki. Hann hevur júst fingið nýggjar originalar Toyota felgur undur við nýggjum michelin summardekkum og sportfelgur við nýggjum Yokohama píkadekkum fylgja við.
Hann er nýserviceraður og hevur fingið nýggjar bremsur aftan og aftasta petti av útstøtinum er nýliga skift.
Bilurin hevur isofix og er sera rúmligur innan við eini rúgvu av ymsum goymslurúmum. Hann hevur sum so alla útgerð ein prius frá 2008 kundi hava undantikið leðursetur, har ímillum el rútar aftan og framman, el spegl, keyless entry and go, JBL anlegg við touchscreen, fartpilot og klima anlegg.
Hann er sýnaður í 19 uttan viðmerking.
Um tit vilja vita meira ella ynskja at síggja ella royna bilin eru tit vælkomin at ringja á 243361