Sum bilasøla ella privatpersónur kanst tú ókeypis lýsa tín bil til sølu á Motor.fo. Tað er einfalt: byrja við at trýsta á SKRÁSET BIL knappin ovast til høgru á heimasíðuni.

 

 

Her verður tú biðin um at fylla út ymsar upplýsingar. Minsta krav er at tú upplýsir merki, modell, bólk og árgang. Restin er ikki neyðugt, men vit viðmæla at tú fyllir út so nógv sum gjørligt fyri at hava flottastu sølulýsingina!

 

 

Vit viðmæla eisini at tú leggur fleiri myndir afturat tíni lýsing, sum vísa tín bil frá ymsum vinklum uttanifrá og innaní.

Tú kanst eisini velja ymsa útgerð sum tín bilur hevur. Keyparar kunnu filtrera sølulýsingar eftir hesari útgerð. So um tín bilur til dømis hevur ein sleipikrók, so minst til at upplýsa tað so keyparar sum einans leita eftir bilum við sleipikróki eisini finna tín bil.

 

 

Um nakað serligt skal nevnast kanst tú frítt leggja tekst afturat tíni lýsing undir “Skriva nærri greining”.

Eitt prísuppskot er eisini neyðugt fyri at stovna tína lýsing. Minst til at áseta eina veruliga upphædd sum tú ynskir at fáa fyri bilin, og ikki bara eitt ynski um hóskandi boð við einum prísi á til dømis 1,-.

Til síðst skalt tú antin innrita ella stovna ein brúkara á Motor.fo. Um tú hevur brúkt Motor.fo fyrr kanst tú trýsta á “Innrita her” – alt sum tú hevur skrivað inn um bilin verður goymt meðan tú innritar. Um hetta er fyrstu ferð tú brúkar Motor.fo, so skráset ein brúkara. Minst til at brúka ein teldupost sum tú javnan kannar – boð frá keyparum verða nemliga send har.

Tá alt er í lagi, trýst á “Skráset bil” niðast. So er bara at bíða eftir keyparum. Um tað skal ganga skjótari, so minst til at deila títt nýggja uppslag á sosialum miðlum!