Innleiðsla

Motor.fo er ein heimasíða har fyritøkur og privatpersónar ókeypis kunnu lýsa bilar til sølu. Fyri at stovna eina sølulýsing skal fyritøkan ella privatpersónurin stovna ein brúkara. Hesar treytir eru galdandi fyri persónar og fyritøkur ið nýta hesa tænastuna á tílíkan hátt, og tey nevnast í hesum treytum fyri Brúkarin.

Samband

Tú kanst seta teg í samband við Motor.fo við at skriva ein teldupost til samband@motor.fo ella við at fylla út sambandsfrymilin.

Ábyrgd hjá Brúkara

Brúkari veitir vissur fyri at hann eigur rættindi til alt tilfar sum hann leggur út á Motor.fo. Hetta umfatar, men er ikki avmarkað av, myndir og tekst.

Brúkari veitir vissu fyri at hann við nýtslu av tænastuni ikki ger seg inn á galdandi lóggávu ella intellektuel rættindi hjá triðja parti (so sum upphavsrættindi ella vørumerki).

Brúkarin veitir vissu fyri at allar sølulýsingar stovnast í góðari trúgv við einari veruligari ætlan um at selja lutin.

Brúkarin veitir vissur fyri at ásetta prísuppskot er í góðari trúgv. Ásetta prísuppskotið reflekterar hvat Brúkarin veruliga ynskir fyri lutin, og er ikki ein áheitan um hóskandi boð við at nýta eina uppspunna upphædd sum til dømis 1,- kr.

Ábyrgd hjá Motor.fo

Motor.fo hevur onga ábyrgd av sølulýsingum ella øðrum tilfari sum verður lagt á heimasíðuna. Um tú metir at sølulýsingar ella annað tilfar á heimasíðuni ger seg inn á tíni rættindi, verður tú biðin um at skrivliga boða Motor.fo frá hesum skjótast gjørligt. Ið so fall hevur Motor.fo ábyrgd av at kanna fráboðanina og, um tíni krøv góðtakast sum rættvísandi, at strika tilfarið innan rímiliga tíð.

Motor.fo hevur leiklut sum triði partur ið gevur seljarum og keyparum ein hátt at samskifta um lutir. Seljari hevur einsamallur ábyrgd av tilboðum ið verða deild á Motor.fo, og keypari hevur einsamallur ábyrgd av tilboðum ið gevast umvegis Motor.fo. Motor.fo hevur onga ábyrgd av iðran hjá øðrum parti, ella av skeivum og/ella manglandi upplýsingum um tilboð.

Brúkarin góðtekur av Motor.fo ikki kann ábyrgdast fyri tap, beinleiðis ella óbeinleiðis, sum avleiðing av tænastuni ella manglandi tænastu hjá Motor.fo.

Rættindi til innihald

Við at leggja tilfar, so sum myndir og tekst, á heimasíðuna gevur Brúkarin Motor.fo óavmarkaði rættindi til hetta tilfar. Motor.fo fær tískil rættindi til at nýta tilfarið í síni heild ella partvíst til nýtslu til ella framleiðlsu av marknaðarføring á heimasíðuni og á triðja partum. Hetta umfatar, men er ikki avmarkað til:

  • sosialar miðlar.
  • lýsingar á heimasíðum.
  • uttandura ella innandura skelting.
  • sjónvarp og útvarp.

Motor.fo tilskilar sær rætt til at strika ella broyta í sølulýsingum uttan at grundgeva fyri hesum ella boða Brúkara frá. Motor.fo tilskilar sær rætt til at strika ella broyta í skrásettum upplýsingum hjá Brúkara uttan at grundgeva fyri hesum ella boða Brúkara frá.

Kostnaður

Motor.fo tilskilar sær rætt at broyta prísir á veittum tænastum, eisini tænastum sum fyrr hava verið ókeypis. Hetta er ikki galdandi fyri longu veittar tænastur, og Motor.fo kann ikki fakturera Brúkara fyri tænastur longu veittar uttan at Brúkari skrivliga ella munnliga gevur loyvi til tess. Brúkari góðtekur at tænastur hjá Motor.fo sum veitast til ein ávísan prís ella ókeypis ikki eru bjóðaðar í óavmarkaða tíð, og at Brúkari einki krav hevur uppá tænastu fyri fyrr galdandi prísir.

Persónsupplýsingar

Fyri at nýta Motor.fo má brúkarin upplýsa: brúkaranavn, teldupostaddressu, ynskt loyniorð. Brúkarin kann eisini upplýsa fornavn, eftirnavn og telefonnummar. Hesar upplýsingar, undantikið loyniorð, kann Brúkarin velja at gera sjónligar á heimasíðuni. Allar upplýsingar sum Brúkari ikki hevur gjørt sjónligar verða viðfarnar á skynsaman hátt, ið millum annað inniber at tær verða viðfarnar umvegis krypterað SSL.

Brúkarin hevur einsamallur ábyrgd av at verja sítt loyniorð. Um skrásetti brúkarin hjá Brúkara verða misnýttur av triðja parti vegna óvart loyniorð hevur Brúkarin alla ábyrgd og skyldu av hesum. Um Brúkarin varnast at loyniorðið gerst kent av triðja parti hevur hann einsamallur ábyrgd av at broyta sítt loyniorð á Motor.fo sum skjótast.

Brúkarin kann skrivliga upplýsa yvir fyri Motor.fo, at hann ynskir allar persónsupplýsingar strikaðar úr skipanum hjá Motor.fo. Ið so fall hevur Motor.fo ábyrgd av at ganga hesum ynski á møti innan rímiliga tíð.

Broytingar til skipanir og tænastur

Motor.fo tilskilar sær rætt til at broyta í tænastum hjá Motor.fo og/ella í skipanum sum stuðla hesum. Hetta umfatar, men er ikki avmarkað av, at:

  • broyta, strika ella leggja funkur afturat.
  • steðga atgongd til skipanina meðan dagføringar eru ávegis.

Broytingar til hesar treytir

Motor.fo tilskilar sær rætt til at broyta hesar treytir uttan ávaring ella fráboðan. Brúkarin hevur sjálvur skyldu til at halda seg dagførdan við treytir sum eru tøkar á hesari heimasíðu.