Tað eigur at vera einfalt at keypa ella selja ein brúktan bil. Tá eg keypti mín fyrsta bil blaðaði eg gjøgnum eitt ótal av heimasíðum og bólkum á sosialum miðlum fyri at finna tað rætta til mín og mína lítlu familju.

Soleiðis er tað ikki longur. Við Motor.fo finnur tú allar bilar á einum staði. Og tú noyðist ikki longur at blaða gjøgnum fleiri hundrað lýsingar fyri at finna ein bil sum bara nøkulunda nøktar akkurát tín tørv. Ístaðin kanst tú velja at síggja bara bilar sum lúka tíni krøv. Ert tú forelskaður í Volvo? Noyðist tú at hava ein sleipikrók? Skal bilurin kosta í mesta lagi kr. 230.000? So finnur tú tað ómakaleyst við okkara máttmiklu filtrering.

Heimasíðan varð avdúkað í juli 2020, og verður støðugt ment tey næstu nógvu árini. Hevur tú hugskot, spurningar ella bara viðmerkingar, so skalt tú ikki ivast í at skriva til mín.

 


Halgir Winther Nagata
hn@motor.fo